ÓLAVUR Í BEITI
»Artic Wolf« er einasti verksmiðju krabbabátur við Vesturgrønland í løtuni og sum skilst eru royndirnar hjá bátinum sera góðar. Í 5 mánaðar hevur hann roynt eftir krabba og hevur selt fyri slakar 40 mió. krónur. Krabbabáturin »Artic Wolf« roynir á somu leiðum sum rækjubátarnir.
Tað er felagið Artic Wolf í Grønlandi, sum eigur krabbabátin og hesin bátur er ikki ókendur í Føroyum, tí hetta er gamli rækjutrolarin »Ran«.
Upprunaliga varð »Artic Wolf« bygdur til grønlendingar, varð síðan seldur føroyingum, sum so seldu hann til norðmenn. Tá varð hann eisini umbygdur til krabbaveiði og var ætlanin at royna í russiskum sjógvi. Hetta varð tó av ongum og ístaðin fór »Artic Wolf« at gera royndir við Vesturgrønland sum hava givið framúr gott úrslit.
Stór kvota
Krabbin, sum »Artic Wolf« roynir eftir er av sama slagi sum roynt verður eftir í Alaska, tann sonevndi »snow«-krabbin, og kvotan við Vesturgrønland er ríkiliga nóg stór til ein bát. Tað eru amerikumenn og japanesar sum keypa vøruna frá »Artic Wolf« og prísurin hevur í miðal ligið um 50 krónur kilo.
Tað eru føroyskir yvirmenn, sum eru við »Artic Wolf«, og reiðarin á »Artic Wolf« er eisini føroyingur.