Selma Viðstein
23. juli 1941 – 26. des. 2013
----
Nú alt meðan krokusar og páskaliljur royna at finna sær veg úr moldini, og jólini knapt vóru farin afturum, mátti Selma 2. jóladag lúta fyri ringari sjúku, eftir at hava verið sjúk í fýra ár.
Selma var av Húsum. Hon kom sum ung til Havnar í húspláss hjá Leif Waagstein. Síðani fór hon at arbeiða hjá Thomas Dam, og kom hon tá at búgva í K.F.U. K. Hon var biðin um at koma at hjálpa til hjá skótunum og var í Danmark á leiðaraskeiði. Bleiv skótaleiðari og var í nógv ár limur í landsnevndini hjá K.F.U.K. skótunum. Hon var eisini í nógv ár limur í nevndini hjá K.F.U.K.
Í 1978, tá Havnar K.F.U.K. skótar høvdu 50 ára stovningardag, var hon saman við fleiri við til at stovna 4. Grein (eldri skótar), og var hon virkin til tað síðsta.
Vit vóru saman á mangari ferð – serliga í Føroyum. Minnist serliga tá vit nakrir patruljuførarar vóru bodnir til Húsar eitt vikuskifti, hvussu blíð foreldur hennara vóru.
Gjøgnum skótaarbeiðið komu Selma og Óla Bjørn at kennast. Hann var ein av leiðarunum hjá K.F.U.M. skótunum í Havn. Tey giftust og fingu fýra synir: Helgi, Oddmar, Jón og Eyðun. Tveir synir búgva í Havn, ein í Noregi og ein í Danmark.
Selma var arbeiðssom, sum ein segði um hana, at sjálvt tá hon hevði fingið herviliga sjúku, dugdi hon so væl at nýta tær góðu løturnar til fulnar.
Hon hevði nógv áhugamál. Henni dámdi væl at virka til, at binda m.a. til basar í K.F.U.K., brodera og eisini vav hon í Tilhaldinum. Selma arbeiddi í mong ár sum heimahjálp, og kom hon í tí sambandi inn í nógv heim í Havnini, og sást tað eisini aftur á tí stóra skara, ið fylgdi henni.
Men fremst í huganum hjá Selmu var familjan, og hava hon og Óla Bjørn havt mangar góðar túrar um summarið við bili í Noregi og Danmark at vitja synirnar.
Vit hugsa um tykkum avvarðandi, synirnar við familju og Óla Bjørn, má Harrin styrkja tykkum í sorgini.
----
Eldri K.F.U.K. skótar