Selma skelkað av uppsagnum

Starvsmannafelagið fer nú at kæra uppsagnirnar í Kringvarpinum, tí tað verður framvegis mett, at grundarlag er fyri teimum

Seinasta orðið um uppsagnirnar í Kringvarpinum, er ikki sagt enn.

Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.

Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, eru uppsagnirnar, sum hava ligið í kortinum í Kringvarpinum, nú endaliga settar í verk og í gjár fingu átta starvsfólk í Kringvarpinum uppsøgn sendandi í postinum.

Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, er skelkað av mannagongdini, tí hon metir framvegis, at uppsagnirnar eru framdar, uttan at haldgott grundarlag er fyri teimum.

- Orsøkin til uppsagnirnar eru sparingar. Men eftir okkara tykki, samsvarar tað ikki við veruleikan, tí samstundis sum fólk eru søgd upp, verða onnur sett í starv.

- Serliga tann veruleiki, at Kringvarpið hevur sett onnur fólk í starv, samstundis sum hesi átta eru søgd upp, hevur styrkt Starvsmannagelagið í trúnni upp á, at ov lítið er gjørt fyri at sleppa undan uppsagnunum og at veruliga grundarlagið undir teimum kann ikki vera sparingsar, sigur Selma Ellingsgaard.

Kringvarpið hevur heldur ikki gjørt nóg mikið fyri at sleppa undan uppsagnum við at brúka ásetingarnar í sáttmálanum um eldrapolitikk ella við at bjóða starvsfólki at arbeiða niðursetta tíð.

Starvsmannafelagið ráðførir seg nú við løgfrøðing fyri at vita, hvussu farast skal fram hereftir.


Síðsta orðið ikki sagt

Tí er tað greitt, at síðsta orðið er ikki sagt í hesum máli enn og at Starvsmannafelagið fer víðari við málinum. Ein møguleiki er at stevna Kringvarpinum ella at leggja uppsagnirnar fyri Løgtingsins Umboðsmann.

- Vit fara undir øllum umstøðum at kæra uppsagnirnar.

Spurningurin er bara, hvagar kæran skal sendast.

- Kringvarpið sigur, at kærast kann til mentamálaráðið. Men mentamálaráðið, sum vit eisini hava samskift við, sigur, at kærast skal fyrst til stýrið fyri Kringvarpið og fæst ikki viðhald har, kann kærast til mentamálaráðið.

- Tað mugu vit fyrst fáa greiði á. Tað einasta, sum er greitt, er, at tað verður kært.

Hjálpir tað heldur ikki, verður farið víðari við málinum.

- Tá kann talan kann verða um at stevna Kringvarpinum, men talan kann eisini verða um at klaga til Løgtingsins Umboðsmann, tað veldst um niðurstøðuna hjá løgfrøðinginum, sigur Selma Ellingsgaard.

Hinvegin hevur Kringvarpið tvíhildið um, at allar mannagongdir eru hildnar út í æsir. 

Les eisini greinina: Àtta fólk søgd upp í kringvarpinum