Selma Mikladal er fødd í 1954 í Klaksvík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur búð í Keypmannahavn í mong ár. Hon hevði sína fyrstu málningaframsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2005.
Selma Mikladal hevur altíð verið ein, sum hevur ferðast nógv, tá meina vit ikki við frá land til land, men altíð opin fyri eini diskussión, at vera her og at vera tilstaðar. Man kann merkja, at hon er áhugað og vitandi, tí samrøðan verður ikki bara førd á einum dagligum støði. Hon hevur í nógv ár verið áhuga í list, klassiskur tónleikur hevur haft stóran áhuga. Selma hevur verið nógv í Grønlandi og eisini arbeitt har og upplivað nógv spennandi. Hon hevur altíð fingist við at tekna og at mynda á ymiskan hátt. Selma er altíð á ferð í einum ella øðrum spennandi - sum nú her í Galerie Focus, her hon sýnir málningar fram. Myndevnið er ofta tað hon hevur sæð, náttúran, kenslurnar og tað sum stendur eftir, ikki eitt ávíst stað, men samanumtikið tað sansaða, tað upplivaða, tann umgjørda myndin.
Framsýningin verður opin til 6. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.