Í dag var Selma Ellingsgaard við sannførandi meiriluta vald til forkvinnu í Starvsmannafelagnum Selma Ellingsgaard er fyrsta kvinna, sum er vald til forkvinnu í Starvsmannafelagnum - og tað hendi í dag, altjóða kvinnudagin 8. mars.
Selma Ellingsgaard loysir av Gunnleiv Dalsgarð, sum hevur stjórnað felagnum seinastu árini.
Nevndarval varð eisini á skránni, har tveir nevndarlimir skuldu veljast. Fyrst valdur varð Niels á Reynatúgvu, og næst vald varð Karin Jacobsen.
Sum tiltakslimir vóru valdir Jákup Páll Mohr Mortensen og Kartni Ravnsfjall.