Selma einasta formansevni í Starvsmannafelagnum

Fyri fyrstu ferð fær Starvsmannafelagið nú eina kvinnu til formann Á aðalfundinum 8. mars skal Starvsmannafelagið hava nýggjan formann, tí verandi formaðurin, Gunnleivur Dalsgarð, stillar ikki uppaftur.

Freistin at stilla upp er úti, og bara eitt valevni er. Tað er Selma Ellingsgaard, sum nú er næstformaður í felagnum, og tá einki annað valevni er, er tað greitt, at fyri fyrstu ferð fær Starvsmannafelagið eina kvinnu til formann.

Selma Ellingsgaard er 36 ára gomul, er útbúgvin sosialráðgevi og starvast í dag á Sosialu deild hjá Tórshavnar býráð. Hon hevur verið í nevndini í Starvsmannafelagnum síðani 2001 og næstformaður síðani 2006.