Sellafield letur uppaftur

Ein leki noyddi bretar at lata kjarnorkuendurvinningarvirkið í Sellafield aftur í fjør. Nú verður tað latið uppaftur.

- Eg haldi tað vera sera harmiligt, at virkið verður latið uppaftur, og eg havi eisini sagt bretsku myndugleikunum tað, sigur norski umhvørvismálaráðharrin, Helen Bjørnøy, við Aftenposten, eftir at tað er komið fram, at bretar ætla at lata tað umstrídda virkið uppaftur.

Í fjør noyddust bretar at steingja virkið orsakað av leka, og kanningarnar tá avdúkaðu, at geiðslavirki evni var runnið frá virkinum í átta mánaðir, uttan at nakar hevði varnast tað. Sambært kanningunum vóru 80 tons av geiðslavirknum evni runnin út í Írska Havið, áðrenn virkið bleiv latið aftur.

Norsku myndugleikarnir hava í fleiri ár biðið bretar lata virkið aftur, tí dálking haðani kann reka við havstreyminum ímóti norsku vesturstrondini.