Tað er boðskapurin í uppskoti frá Miðflokkinum.
– At veita bústaðarlán eigur at vera ein samfelagsuppgáva heldur enn ein handilsvøra. Bústaðarlán eru tíverri ein høvuðsinntøkukelda hjá føroysku peningastovnunum, sum fíggja vinning til eigarar umvegis bústaðarlán.
Soleiðis siga teir báðir løgtingsmenninir hjá Miðflokkinum, sum hava lagt fyri tingið uppskot til samtyktar um at selja tann triðingin av BankNordik, sum landsstýrið framvegis eigur. Málið stendur á skránni fyri tingfundin í morgin.
– Um so var, at endamálið var at tryggja samfelagsuppgávuna at veita lagalig bústaðarlán, kundi framhaldandi ognarskapur í bankanum verið skilagóður.
Les eisini: BankNordik letur risa vinningsbýti
– Men nú bankin rindar ovurstórt vinningsbýti, sum enntá er væl størri enn ársins avlop, er ognarskapur landskassans í bankanum uttan meining. Endamál landskassans er ikki at seta pening í vinnulívið við vinningi fyri eyga. Talan er jú um pening, sum landið hevur kravt inn í skatti frá landsins borgarum og fyritøkum. Er tað so, at landinum ikki tørvar peningin, skal hann latast aftur til fólkið. Hinvegin kann landið við hesum peningi fremja eina samfelagsliga týðandi uppgávu, og eigur landsstýrismaðurin at taka neyðugu stigini, siga teir báðir tingmenninir í viðmerking til uppskotið.
Um so var, at ognarparturin hjá landinum varð seldur á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn, so hevði prísurin við dagsins kursi ligið um 475 milliónir krónur.
Uppskotið hjá Miðflokkinum kann lesast í fullari longd VIÐ AT TRÝSTA HER









