Seljið ikki í bitum

Forteytin fyri eini væl eydnaðari einskiljing er, at almennu partafeløgini verða seld í einum. Tað forðar fyri skaðiligu árinunum, sum valdsstríð millum smáar partaeigarar hevur við sær, og gevur teimum, sum keypa, umstøðurnar at fara til arbeiðis alt fyri eitt

Einskiljing

Somikið greið vóru bóðini, sum Björgólfur Guðmundsson gav, tá hesum á vinnudegnum í seinastu viku helt fyrilestur í Norðurlandahúsinum.
Fyrilesturin hjá Björgólfi snúi seg fyrst og fremst um sokallaða íslendska ævintýrið. Altso hvussu tað ber til, at íslendingar seinastu fáu árini hava havt ein met-stóran búskaparvøkstur, eins og teir hava framt hópin av risa-íløgum í stórum altjóða fyritøkum.

Einskiljing altavgerandi
Björgólfur legði fyrst og fremst dent á, at fortreytin fyri íslendska vøkstrinum var, at politiska skipanin seinastu tíggju árini ella so hevur broytt fyritreytirnar hjá íslendska vinnulívinum, soleiðis at hetta hevur havt optimalar vakstrarmøguleikar. Í hesum nevndi hann broytta vinnulóggávu, altjóða handilsavtalur og eina gjøgnumskygda skattalóggávu, har partafelagsskatturin einans er 18%, meðan kapitalvinningskatturin bert er 10%.
Men fram um alt, so legði hann dent á, at einskiljing av íslendska fíggjarkervinum var tað, sum skundaði undir broytingarnar.
- Sambært serfrøðingum var hetta ein av mest markantu broytingunum síðani seinna heimsbardaga, og tað kollvelti strukturin í íslendska búskapinum, eins og tað undirstrikaði almenna viljan at gera greiðan skilnað millum almenn og privat áhugamál.
Við hesum seinasta peikaði hann á tann veruleikan, at tá stórar fyritøkur verða einsskildar, so tekur hetta at kalla øll politisk áhugamál úr fyritøkuni, sum ístaðin fær eina nógv størri orku til at miðsavna seg um fíggjarligan og búskaparligan vøkstur. Og ikki minst, so skundar hetta eisini undir tær avgerðir, sum eru neyðugar, tá ein fyritøka skal rættast meira miðvíst móti teimum krøvum, sum altjóðagerðingin í dagsins samfelag setir.
Hartil legði Björgólfur eisini dent á týdningin, sum einskiljingarnar hava havt fyri íslendska búskapin, sæð úr einum landspolitiskum sjónarmiði. Økti almenni kapitalurin hevur gjørt tað møguligt at niðurgjalda skuld, eins og munandi upphæddir vórðu avsettar til gransking, undirvísing og heilsuverki.

Seljið ikki í bitum
Tá tosað verður um, hvørjum leisti ein føroysk einsskiljing skal ganga eftir, tykis politisk semja vera um, at hetta skal gerast eftir eini skipaðari tilgongd, har størstu fyritøkurnar verða seldar við ávísum prosent-pørtum yvir eitt ávíst áramál.
Men júst hetta var nakað, sum íslendski vinnulívsmaðurin ávaraði ímóti.
- Sjálvur eri eg sannførdur um, at lykilin til væl eydnaðu einsskiljingarnar var, at strategiskir og sterkir íleggjarar alt fyri eitt fingu loyvi at keypa sær avgerandi meirilutar í fyritøkunum. Sum úrslit av hesum, so fóru somu íleggjarar - sum høvdu sprænt hópin av peningi í fyritøkurnar - alt fyri eitt til verka. Teir settu hjólini ígongd, soleiðis at neyðugu broytingarnar vórðu gjøgnumførdar. Samstundis var semja um, at talan ikki bleiv um at selja smærri aktiupostar til ein breiðan íleggjaraskarða yvir eitt longri áramál. Hetta forðaði fyri óvissu og einum valdsstríði millum eigararnar. Nakað sum altíð hevur negativ árin fyri feløgini og harvið íleggjararnar.
Sjálvur er Björgólfur í dag nevndarformaður í Landsbankanum, sum er fyrrverandi almenni peningastovnurin. Ein banki, sum varð einsskildur í 2002, og sum síðani er vaksin við nærum ófatuligari ferð. Bankin er í dag á listanum yvir teir 250 størstu bankarnar í heiminum, og í norðanlondum er hann nummar níggju, tá tosast skal um størstu bankarnar.
Her hava nýggju eigararnir lagt dent á eina skjóta menning av bankanum. Fyrst og fremst, so eru íslendsku bankarnir í dag fíggjarstovnar hjá størstu íslendsku fyritøkunum, og bara hetta í sjálvum sær hevur økt munandi um virksemið. Hartil gav tað eisini øktan umsetning, at almenna bústaðarfíggingin varð avtikin. Saman við øktu vinnulívsfíggingini er bankin eisini farin at veita ráðgeving og lán, tá íslendskar fyritøkur fara á altjóð marknaðinum, og at enda eru stórar íløgur gjørdar uttanlands, soleiðis at virkisøkið nú fevnir um nakað nógv meira enn tað, sum bara gongur fyri seg í Íslandi.
Hetta metir Björgólfur vera eina gongd, sum hevði verið púrasta ógjørlig við einum almennum eigaraskarða, og samstundis hevur tað mótprógvað óttanum um, at einsskiljingarnar fóru at kosta arbeiðspláss. Tí við økta virkseminum hevur bankin í dag eitt munandi størri tal av starvsfólkum, enn talan var um áðrenn einsskiljingarnar.
Eisini hevur Björgólfur áhugamál í eini stórari heilvágsfyritøku, Pharmaco. Hesa keypti hann saman við øðrum í 1999, og síðani hevur fyritøkan verið fyri støðugum vøkstri, soleiðis at hon í dag er tann 9. størsta av sínum slag í heiminum!

Altjóðagerðin
Stóri vøksturin, sum einsskiljingin av fíggjarsektorinum hevði við sær, læt av álvara upp fyri eini altjóðagerð av íslendskum vinnulívi. Við 300.000 íbúgvum ásannaðu íslendskir vinnulívsmenn skjótt, at skuldi framhaldandi vøkstur skapast, var fyrsta fortreytin, at marknaðirnir vórðu øktir. Við umfatandi strategiskum íløgum, hevur íslendski búskapurin seinastu árini havt ein metstóran vøkstur, sum støðugt hevur ligið um 5%. Ikki minst takkað verið nú privata fíggjarsektorinum, sum hevur tvífalda sítt ískoyti til BTÚ úr 4% í 8%. Íslendingar eiga í dag íløgur uttanlands fyri íalt 60 mia kr., og bara í Bretlandi er talið 20 mia kr.
Og tá hann at enda tosaði um føroysku einsskiljingartilgongdina, ivaðist íslendski ríkmaðurin ikki í, at hetta er eitt øki, har føroyingar kunnu draga stóra nyttu av íslendsku royndunum.
- Føroyar og Ísland hava eina serstaka støðu, og hetta verður eisini prógva í nýggju samhandilsavtaluni. Tá tú handlar, er álit millum partarnar størsta aktivið, sum tú kanst hava, og einastandandi avtalan millum Føroyar og Ísland prógvar eisini, at partarnir hava álit á hvørjum øðrum. Vit hava álit á rættarskipanum og lóggávunum í báðum londunum, og hetta undirstrikar eisini, hvussu nær tengd vit eru mentunarliga og søguliga.
- Tí ivist eg heldur ikki í, at vit eiga at samstarva. Hvørki av londunum er somikið stórt, at vit ikki fáa fyrimunir við einum samstarvi, har vit koma at standa sterkari, enn vit gera hvør sær. Men skulu vit gera tað, so mugu vit lata marknaðarkreftirnar ráa. Einsskiljingar av almennum fyritøkum eru ein av fortreytunum fyri hesum, og eg bæði rokni við og vóni, at føroysku einsskiljingarnar verða eins væleydnaðar, sum tær íslendsku vóru tað. Og skulu vit fáa fult gagn av hesum, so má tað gerast fult og heilt, heldur enn at fara í smáum fetum við einum breiðum og spjaddum eigaraskarða. Hetta er sum ein barnsburður, tí tú kanst ikki bara gera tað hálvt, helt hann.