Eins og undanfarin ár verður aftur í ár skipað fyri móttøku av seyðaskinnum kring um landið, og tað er felagið Sp/f Oikos í Bø, sum keypir skinnini.
Tað eru bøndur og fólk við áhuga, sum taka ímóti skinnum, sum verða skorin til og saltað, og tað er eisini onkur skúlaflokkur, sum saltar skinn fyri felagið.
Tvær móttøkur eru í Sandoynni, ein á Sandi og ein í Skálavík, á Drelnesi tekur Sirri ímóti skinnum fyri Sp/f Oikos, móttøka er eitt nú í Runavík, Klaksvík og Vestmanna.
Væl verður saltað, og hvørt lambsskinn fær umleið trý pottamál við ídnaðarsalti, og ærs-og veðraskinnini fáa 4-5 pottamál - alt eftir, hvussu stór skinnini eru.
Tað var í 2001, at Jógvan Nordendal, bóndi í Bø, byrjaði at keypa seyðaskinn. Tað byrjaði í smáum, og fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltaði og útflutt.
Seinnu árini hevur talið verið fleiri túsund - og heilt uppí eini 35.000.
Í staðin fyri at lata seyðaskinnini enda í ovninum hjá brennistøðunum, hava bøndur og fólk annars, sum eiga og fletta seyð, soleiðis møguleikan at fáa nakað burtur úr hesi rávøru - antin í peningi ella sum vøru.
Hjá IRF, Interkommunalu Brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík, verður mælt til ikki at lata seyðaskinnini brenna.
- Nakað av tí, sum dálkar allar mest við brenning, er seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk um at lata skinnini til endurnýtslu hjá góðkendum móttakarum, sigur IRF.









