Seljarin nøgdur við prísin

Tey 7.000 tonsini av makreli vórðu seld fyri miðalprísin 1,70 krónur fyri kilo. Hetta er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Johan Dahl, stak væl nøgdur við

UPPBOÐSSØLA

- Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum kann eg ikki annað enn vera stak væl nøgdur við úrslitið av hesi fyrstu uppboðssøluni av makrelrættindum.
Tað segði Johan Dahl, eftir at fyrsta uppboðssølan av makreli, sum Fiskamarknaður Føroya skipaði fyri, varð løgd afturum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at fyri hesi 7.000 tonsini, var miðalprísurin 1,70 krónur fyri kilo, sum aftur gav slakar 12 – ella 11,9 miljónir krónur – í landskassan.
Hann vísir á, at tilsamans seks keyparar luttóku í uppboðssøluni, og tríggir teirra keyptu part av kvotuni.

Tilfeingisgjald
Johan Dahl ásannaði eftir hesa fyrstu søluna, at hetta er ein skipan, sum landsstýrið kann brúka frameftir til tess at útvega landskassanum hetta slag av tilfeingisgjaldi, sum landsstýrismaðurin tók til í sínum viðmerkingum til uppboðssøluna av makreli hin 26. juli.