Bilasølurnar hava góðar dagar. Í januar mánaði seldu tær 97 nýggjar persónbilar. Tað eru heili 38 fleiri bilar enn í januar í fjør.
Toyota er mest seldi persónbilur í januar mánaði. Heili 20 nýggir Toyota-bilar koyrdu út av bilasøluni hjá Reyni Service í januar.
Næst á listanum eru Citroen og Ford við ávíkavist 16 og 12 nýggjum bilum í januar.
Tað gongur eisini væl at selja vøruvognar. 15 nýggir vøruvognar eru seldir í januar, tað eru átta fleiri enn í januar í fjør.
Kelda: Akstovan










