Travel Mart
Ferðavinnustevnan Vestnorden Travel Mart, sum mikudagin og hósdagin varð hildin á Scandic Copenhagen við luttøku úr Íslandi, Grønlandi og Føroyum, er løgd aftur um.
Stevnan varð skipað við fundarborðum – og ikki básum, sum hevur verið vanligt. Hesaferð vóru tað keyparar, sum settu dagsskránna og lótu seljararnar vita, hvønn tey høvdu hug at venda sær til.
Íslendingar vóru nógv best umboðaðir á ferðavinnustevnuni við umleið 80-90 seljarum og keyparum. Grønlendska og føroyska luttøkan var umleið hin sama, tó við heldur fleiri umboðum úr Grønlandi.
Annað hvørt ár er Ísland vertur, og annað hvørt ár er Grønland ella Føroyar vertur.
Næsta ár verður Vestnorden Travel Mart soleiðis aftur í Íslandi.
Selja úr Danmark
Hetta er aðru ferð á rað, at Grønland velir at hava stevnuna í Keypmannahavn heldur enn í Grønlandi.
Ymiskar meiningar eru um hetta. Tað eru tey, sum halda, at Keypmannahavn er nógv høgligari, tí tað er bíligari at ferðast til Danmarkar, og haraftrat eru fasilitetirnir betri enn í Grønlandi.
Onnur halda, at Grønland hevði havt størri møguleikar at selt seg sum ferðamannaland, um keyparar við egnum eygum sóu landið og tey tilboð, sum landið hevur at bjóða.
Hetta halda onnur ikki hevur so stóran týdning.
Tá Føroyar eru vertland, verður stevnan altíð hildin í Føroyum, og sum fyriskiparar hava føroyingar gott orð á sær.
Tað hevði verið óhugsandi, at ferðavinnan í Føroyum vildi lagt Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn.
Sum skilst, arbeiða grønlendingar við ætlanunum um at halda stevnuna aftur í Grønland, har hon eisini hevur verið áður.
Hetta kunngjørdi grønlendski ferðavinnuráðharrin, Ove Karl Berthelsen, eisini eftir ráðharrafund, tá vit hittu hann.
Ov professionell
Tað vóru eisini tey, sum á Vestnorden Travel Mart hildu, at stevnan kanska er vorðin ov professionell, og at tað er verri at fáa røttu sambondini við tað, at umhvørvið á Scandic Copenhagen er so stórt.
Haraftrat kemur, at tú kanska hevur verri við at halda upp á fólkið, sum luttekur á slíkum stevnum, tá tú ert í einum stórbýi sum Keypmannahavn.
Tó skulu grønlendingar eiga, at teir á ymiskan hátt royndu at seta sín dám á Vestnorden Travel Mart.
Longu, tá tú komst inn í forhøllina á stóra hotellinum, har skrásetingarnar av luttakarum fóru fram, stóð ein útstappaður oksi og ein útstappað ísbjørn. Tá vit fregnaðust, um hesi bæði stóru og hábærsligu dýrini høvdu nakað við Grønland sum vert fyri Vestnorden Travel Mart at gera, var svarið ja.
- Hesi bæði dýrini standa á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, og vit hava havt tey við okkum til ymisk tiltøk ymsastaðni í Evropa. Soleiðis hava bæði oksin og ísbjørnin verið við okkum, tá vit hava verið úti sum land, eisini í onkrum stórbýi.
Tað søgdu fólk, sum umboðaðu Grønland á Vestnorden Travel Mart.
Tá galladøgurði var hóskvøldið, sum stevnan varð liðug, settu grønlendingar eisini sín dám á við sangi av ungum fólki í hátíðarligum grønlendskum búnum.