sum eru skuldsett fyri at hava roynt at fáa kvinnur at selja síni børn, longu áðrenn tey eru komin í verðina. Keypararnir eru í Grikkalandi.
Albanska løgreglan sigur, at eitt brotsmannalið hevur boðið ungum fátækum kvinnum at fara til býin Tessaloniki har norðuri í Grikkalandi. Í Tessaloniki eru kvinnurnar lagdar inn á eina lítla sjúkrastovu, har ein lækni so hevur tikið barnið við keisaraskurði. Frammanundan hava kvinnurnar skrivað undir eina váttan um, at tær hava sagt rættin til barnið frá sær.
Løgreglan í Albania kannar eisini, um brotsmannaliðið kann hava selt gøgn, sum eru tikin úr smábørnum.