Brotsmannalið forvinna á hvørjum ári 2,5 milliardir evrur ella einar 18,6 milliardir krónur við at smugla fólk í Evropa. Á hvørjum ári verða umleið 140.000 fólk seld og smuglað millum lond, og tey flestu enda sum trælir í sexídnaðinum.
Tað skrivar ST-deildin fyri rúsevni og kriminaliteti í einari nýggjari frágreiðing, sum er almannakunngjørd í dag.
Sambært frágreiðingini verða 84 prosent av teimum smuglaðu noydd at arbeiða í sexídnaðinum.
-Tey verða lumpað við følskum lyftum og tvingað inn í ein kriminellan heim, har tey verða kúgað og misbrúkt á ein hátt, sum ger tað trupult hjá teimum at sleppa burtur úr tilveruni, stendur í frágreiðingini.
ST sigur, at tað eru yvirhøvur fólk úr Russlandi og londunum á Balkan, sum verða smuglað til sexídnaðin.
-Evropear halda, at trælahaldið varð avtikið fyri fleiri hundrað árum síðani. Hen hyggið tykkum um: Tað eru trælir mitt ímillum okkum, sigur Antonio Maria Costa, sum stendur á opdda fyri ST-deildini fyri rúsevni og kriminaliteti.