Selja seyð fyri útgerð at bjarga fólki

Bjargingarfelag í Suðuroy gongur nýggjar leiðir fyri at útvega pening

- Tað er alla tíðina neyðugt at røkja útgerðina og at útbvega nýtt, so hvørt tað gamla fer.

Tað staðfestur Claus Olsen í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag.

Eingin ivast í, hvussu stóran týdning, sjálvbodnu bjargingarfeløgini kring landið hava.

 

Men tað krevst nokk so fitt av pengum til at útvega og halda útgerðina, sum krevst fyri at eitt bjargingarfelag kann virka.

Og nú gongur Suðuroyar Norðara Bjargingar nýggjar leiðir fyri at útvega pening til útgerð og rakstur.

Klokkan 19 í annaðkvøld, týskvøldið, fara tey at selja seyð á uppboðssølu við húsið hjá felagnum á Bíargarði í Hvalba.

 

Claus Olsen sigur, at tey hava fingið nakrar seyðir at selja á uppboði, eitt nú hava tey veðrar úr Porkeri, umframt lomb.   

Ætlanin er at gera eitt kvøld burtur úr og sostatt ber eisini til at fáa ein heitan munn og okkurt afturvið.

 

Men forvitnisligt er tað eisini, at longu nú ber til at bjóða upp á tveir veðrar á internetinum.

Tað er á heimasíðuni www.gevbod.info at tað ber til at bjóða og longu nú eru boð komin upp á tveir veðrar.

 

Vil tann, sum stendur við hægstu boðunum, hava seyðin flettan, ber eisini til at avtala tað við fyriskipararnir.