Á Strondum duga tey at savna inn pening. Hugflogið er stórt. Í fjør heyst tóku tey nátungar, sum vórðu royttir, svidnir og seldir til frama fyri nýtt missiónshús.
Í annaðkvøld verður aftur eitt innsavnigartiltak á Strondum, ið er eitt sindur serstakt. Hesaferð fara tey at selja seyð á uppboði, og eisini verður vørutombola.
Eins og við nátungunum - og helst mongum øðrum tiltøkum, ið skipað hevur verið fyri - fer ágóðin av seyðauppboðssølu og tombola óskert til nýtt missiónshús.
Tiltakið á Strondum í annaðkvøld byrjar klokkan 19.30, og tað verður niðri í avgreiðslubygninginum á Langanesi.
- Vit bjóða eisini kaffi og vafflur, siga stigtakararnir til tiltakið á Strondum í annaðkvøld, sum eru juniorarnir í missiónshúsinum.