Nú ber til at keypa atgongumerki til Míttland, sum er stóra føroyska tiltakið, sum verður í Keypmannahavn 28. september. Ein hópur av føroyskum tónleikarum fara at seta dám á dagin og tryggja góðu føroysku hittini, sum fáa okkum øll at syngja við.
Hetta til hálvan august kosta atgongumerkini 399 krónur, og fyri tað sleppur tú at hoyra Kim Hansen, Stanley Samuelsen, Hanus G, Sámal Ravnsfjall, Martin Joensen, Lív Næs og Trónd Enni, Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen, Alex Bærendsen, Kristinu Bærendsen, Evi Tausen, Hall Joensen, Ólav Højgaard, Flammu, Jens Marna, The Reverends, Karl Martin Samuelsen, Lenu Andersen, Pól Arna Holm, Edmund Jacobsen, Høgna Lisberg og 200.