Selja nógv til útlendingar

Útlendingar vilja gjarna smakka tvøst og spik

Mortan Johannesen, sølumaður í Vágsbotni, sigur, at sølan gongur væl.

 

- Serliga ferðafólki dámar væl at keypa frá okkum, ið selja her, sigur Mortan Johannesen. Eg selji fyri 1000 krónur um dagin í spiki, og meginparturin fer til útlendingar.

 

Aðrir sølumenn siga tað sama, at útlendingarnir gjarna vilja smakka føroyska matin, og keypa gjarna bæði tvøst og spik og turran og ræstan fisk.

 

Mortan Johannesen váttar søguna, ið hevur verið at hoyrt seinastu dagarnar, um Sea Shepherd-fólkini, ið vóru á vitjan.

 

- Jú, tey tráspurdu meg um, hvaðani á hvalinum frikadellurnar og knettini eru frá. Kunnleiki teirra um grindina tykist vera so sum so.