- Selja nógv ósunt til jóla

PE Kolonial og Samkeyp hava í ár valt at gera nógv burtur úr at hava nógv tilboð á sjokulátavøru og øðrum góðgæti undan jólum. Petur Eirik Djurhuus, ið eigur og rekur PE Kolonial á Hálsi í Havn, sigur, at sølan í ár líkist undanfarnum árum.
- Tað eru okkurt um 20-25 prosent av samlaðu góðgætissøluni, ið verður selt seinasta hálvanannan mánaðin av árinum. Tað verður eisini selt rættuliga nógv sodavatn hesa ársins tíð, og sum heild kann sigast, at vit selja nógv ósunt undan jólum, sigur Petur Eirik Djurhuus.
Stjórin í PE Kolonial sigur, at hjá teimum hevur Quality Street selt best higartil í ár, men ein orsøk til tað kann verða, at Samkeyp hevur lýst við júst hesum karamellunum seinnu vikurnar, og tað heldur Petur Eirik Djurhuus ger mun.
Petur Eirik Djurhuus sigur, at tað serliga eru karamellirnar, ið verða nógv seldar, men eisini gongur væl við søluni av sjokulátaplátum og vanligum bommpakkum.