Selja nógv fleiri bilar

Føroysku bilasølurnar hava selt 242 fleiri persónbilar í tíðarskeiðinum januar til au­gust í ár samanborið við í fjør.

Tað vísa nýggj hagtøl frá Ak­stovuni.

Teir fyrstu átta mán­að­ir­nar í fjør blivu 730 per­són­bil­ar seldir, og í ár er hetta tal­ið 972.

Sostatt er sølan av per­són­bilum økt við einum trið­ingi.

Samlaða talið av seldum ak­førum er eisini hægri í ár í mun til í fjør. Frá januar til au­gust í ár eru seld 1276 akfør, og tað er 281 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.