Selja nú Atlantic

Komandi vikuna selur landið 33% av partabrøvunum í Atlantic Airways. Kursurin verður millum 242 og 261 Í tíðarskeiðinum frá 19. november og fram til 27. november kunnu allir føroyingar og útlendingar keypa partabrøv í føroyska flogfelagnum Atlantic Airways, tí tá selur Føroya Landsstýrið ein triðing ? ella 33% - av sínum partabrøvum.

Prospektið ? ella søluskjalið, sum lýsir felagið ? verður almannakunngjørt mikudagin 14. november í sambandi við, at Atlantic Airways verður lýst til sølu og skrásett á OMX ? íslendska virðisbrævamarknaðinum. Sjálv sølan byrjar mánadagin 19. november.

Kaupthing Bank hevur fyrireikað arbeiðið at skráseta Atlantsflog á virðisbrævamarknaðinum og stendur eisini fyri søluni, sum fer fram í tíðarskeiðinum 19. til 27. november.