Fyri at sleppa undan sonevndu paparazziunum ætlar Pink sjálv at selja myndir av nýføddu dóttrini.
Tað skrivar Ritzau.
Myndamenn liggja uttan fyri hús hennara døgnið runt. Paparazziar standa klárir, hvørja ferð hon letur úthurðina upp, og soleiðis hevur tað verið leingi fyri sangarinnuna Pink, sum býr í Los Angeles saman við manninum, Carey Hart.
Men síðani tey bæði fyri stuttum gjørdust foreldur at lítlu Willow, er vorðið heilt galið.
Í einum skrivi á heimasíðu síni greiðir hon fjepparum sínum frá, at hon og Carey Hart hava gjørt av at selja teirra egnu myndir av dóttrini, og at peningurin fer til eitt vælgerandi endamál.
Á tann hátt ætla tey at tryggja, at myndamenninir ikki forvinna nógvan pening burtur úr at fáa fyrstu myndirnar av dóttrini.
Eitt er at teir jagstra okkum og gera okkum ónáðir, men vit vilja verja dóttrina, so hon kann kenna seg trygga, sigur Pink á heimasíðu sínu.