Samlaða virði av útflutningi okkara vaks í 2011 við ikki færri enn 10 prosentum. Í krónum er talan um 1,6 milliardir krónur.
Sambært einum yvirliti frá Vinnuhúsinum taldi laksurin heili 34% av samlaða føroyska vøruútflutninginum í virði. Út frá hesum kann staðfestast, at laksur er størsta einstaka útflutningsvøra okkara.
Prísfalli á heimsmarknaðinum seinnu helvt í 2011 sæst somuleiðis aftur í hagtølunum. Nøgdin av útfluttum laksi er økt 29%, meðan samlaða virði bert økti 10%.
Størsti marknaðurin fyri føroyskan alifisk er USA. Eftir USA kemur Týskland, Bretland, Danmark og Frakland.
Í útflutningshagtølunum sæst eisini, at útflutningurin til Russland og Kina er øktur nógv í 2011.










