Selja matvørur á netinum

Hjá Norðfra vilja tey eisini gera sítt til, at koronasmittan ikki breiðir seg.

– Vit hava í útvið 20 ár selt fiskavørur í Føroyum umvegis nethandil, og tað er ein nú góður máti at fáa fólk at bíleggja matvørur – og samstundis gera eftir tilmælum frá myndugleikum at halda seg innandura og harvið forða fyri, at smittan breiðir seg.

– Hjá okkum ber til at bíleggja alt samdøgrið, og so verður koyrt heim til fólk, siga tey hjá Norðfrá, sum eisini selur og koyrir út í Danmark.

Á Norðfra siga tey, at tey sum matvøruframleiðari leggja stóran dent á  at hugsa um at fáa smittuna burtur, og heita eisini á fólk um at keypa føroyskar fiskavørur og harvið verða við at stuðla uppundir føroyskan fisk og framleiðslu.

##med2##

Norðfra hevur heimstað í Leirvík, og málið er at veita dygdargóðar, burðardyggar og heilsugóðar fiskavørur.