Selja makrel sum catering

- Vit arbeiða við einari avmarkaðari nøgd av makreli og sild, og ikki minst tí ræður um at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo, sigur stjórin, Eyðun Olsen.

Tað eru Eyðun Olsen, stjóri og Bárður Poulsen, virkisleiðari, sum standa fyri dagligu leiðsluni av Vestmanna Seafood. Felagið eigur í dag bæði virkini í Vestmanna, fyrrverandi uppsjóvarvirkið Atlantis og fyrrverandi Fiskavirkið í Vestmanna.

 

Samanlagt er Vestmanna Seafood eitt lítið uppsjóvarvirki, bara einar tíggju ferðir minni enn tey stóru virkini, sum vit kenna tey í Kollafirði, Tvøroyri og í Fuglafirði.

 

Men, hóast Vestmanna Seafood er eitt lutfalsliga lítið uppsjóvarvirki, keypti og virkaði fyritøkan í fjør umleið 4000 tons av makreli og 2000 tons av sild, sum felagið keypti frá teimum stóru uppsjóvarskipunum.

 

Stjórin, Eyðun Olsen, ásannar, at við nýggju virkjunum - ávikavist Varðanum Pelagic á Tvøroyri og Pelagos í Fuglafirið - gjørdist kappingin um rávøruna eisini harðari, og hann staðfestir, at tað hevur verið truplari at funnið vegin fram seinnu árini, sum hann tekur til, enn tað var í byrjanini í Vestmanna í 2011.

 

- Men, vit hava fingið tað at borið til kortini, leggur hann aftrat.

 

Tað, sum ikki minst er áhugavert við virkseminum hjá Vestmanna Seafood er, at tey ikki bara heilfrysta makrel, men her verður eisini ein partur av makrelinum einkultfrystur og pakkaður í smærri eindir, heilt niður í tvey kilo, soleiðis at einir fimm makrelar - alt eftir stødd - eru leysir í hvørjum posa.

 

- Hetta er ikki ein framleiðsla, sum er á byrjunarstigi. Vit eru komin gjøgnum allar royndir og hava nú kommersiella sølu av einkultfrystum makreli. Hetta er tað, vit rópa catering á eitt nú tvey kilo, 10 kilo ella 20 kilo.

 

Eyðun Olsen sigur, at av teimum umleið 4000 tonsunum av makreli, sum Vestmanna Seafood keypti í fjør, seldi virkið út við 1000 tons sum catering.

 

- Vit ásanna, at vit arbeiða við einari avmarkaðari nøgd av makreli og sild, og ikki minst tí ræður um at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo. Vit ynskja at líkast burtur úr teimum størru framleiðarunum í Føroyum - ikki minst tí, at vit hava ongan møguleika at kappast við stóru virkini um nøgdina, sigur stjórin.