Selja listaverk á uppboði í morgin

Í annaðkvøld klokkan 19 verður stór uppboðssøla av list í fabrikkini ha Østrøm í Havn.

Tað er í sambandi við, at framsýningin hjá LGBT Føroyar letur aftur, at listaverkini verða seld á uppboði.

- Allar inntøkurnar fara óskerdar til arbeiðið hjá LGBT Føroyar at skapa javnrætt og størri tolsemi í Føroyum, sigur LGBT í Føroyum.

- Her ber til at ogna sær eitt petti av føroyskari LGBT søgu, leggur felagsskapurin afturat.

Framsýningin, “Hvat er natúrligt?” hevur verið í Østrøm í eina tí, har ein roynd er gjørd at lýsa sam- og tvíkyndleika millum norðurlendsk djór og har hevur rættiliga nógv fólk verið og hugt, sigur LGBT.

Á uppboðssøluni verða listaverk hjá hesum listafólkum seld til hægst bjóðandi: Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, Annika Arge Gregoriussen, Bartosz Kosowski, Beinta av Reyni, Devon Doss, Ditte M. Joensen, Hanni Bjartalíð, Heiðrik á Heygum, Hansina Iversen, Hrafnkell Sigurðsson, Marianna Mørkøre, Marius Dam Christophersen (aka Marius Listamaður), Michelle Kondrich, Nerf Herdis Jakobsen, Noah Patrick Pfarr, Rannvá Holm Mortensen og Silja Strøm.

Umframt listaverkini, fara tískil eisini plakatir við endurgevingum og vísindaligum sannroyndum frá framsýningini, eisini á uppboðssølu.

Øll søla er bindandi og allar inntøkur fara óskerdar til áhaldandi arbeiðið hjá LGBT Føroyar at skapa javnrætt og størri tolsemi í Føroyum.

Aftaná uppboðssøluna verður ”Out Night” aftur á skránni í Sirkus. Eins og vanligt er hetta afturvendandin tiltakið hjá LGBT Føroyar ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin