Selja listaverk frá Lehman Brothers

Listaverk, sum fyrr hingu í teimum evropeisku deildunum hjá amerikanska bankanum Lehman Brothers, verða seld á uppboði í næsta mánað. Millum listaverkini, sum skulu seljast, eru verk hjá so kendum listamonnum sum Lucian Freud og Gary Hume.

Umframt listaverkini verður skeltið, sum hekk oman fyri dyrnar á bankadeildini í London, selt á uppboðnum.

Lehman Brothers fór á húsagang í september í 2008. Húsagangurin var tann størsti í amerikonsku søguni og fekk álvarssamar avleiðingar fyri allan fíggjarmarknaðin.

Uppboðssølan við listaverkunum hjá Leham Brothers verður tann 29. september, og fyrireikararnir siga, at áhugin fyri uppboðnum tykist vera stórur.