Selja ikki Ronaldo

Stjórin í Manchester Inited, David Gill, sigur, at teir hava ongar sum helst ætlanir um at selja mega-stjørnuna til Real Madrid

Fótbóltur

 

Tað hevur í vikuni ljóðað, at Real Madrid er til reiðar at bjóða Manchester United um £100 milliónir fyri at fáa hendur á Cristiano Ronaldo.

Sjálvur segði spælarin herfyri, at hann væl kundi hugsað sær at roynt seg í sponskum fótbólti fyrr ella seinni, men stendur tað til leiðsluna í felagnu, so verður tað altso seinni.

- Hann hevur fýra ár eftir av verandi sáttmálanum, so vit ivast ikki í, at hann verður verandi nógv ár afturat. Hann er ein av bestu spælarunum í heiminum, og hann spælir við einum felag, har hann vinnur, so hví skuldi hann havt hug at fara nakran veg, sigur David Gill við miðlarnar, nú Manchester United og Ronaldo leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til størsta dystin á árinum.

Sambært somu miðlum, so er ein orsøk til, at felagið kann taka av boðnum frá Real Madrid, stóra skuldin, sum Manchester United hevur. Ein skuldi, sum tátt í átta milliardir krónur. Men heldur ikki hetta er nakað, sum ræðir stjóran í felagnum.

- Fyri at halda okkara gjaldsskyldur hava vit tørv á einum góðum liði, sum vinnur nógv. Og tí málinum røkka vit ikki við at selja Cristiano Ronaldo, sigur hann.