Selja ikki fleiri atgongumerki

Koronaavmarkingar bera við sær, at tað er útselt til landsdystirnar, sum um vikuskiftið vera í høllini á Hálsi í Havn

Mynd: HSF

Tað verður stórt hondbóltsvikuskifti í høllini á Hálsi í Havn.

 

Klokkan 14 leygardagin fara kvinnurnar hjá H71 at stríðast fyri at vinna seg í fjórðingsfinaluna í EHF Cup, eftir at tær síðsta vikuskifti vunnu 39 – 38 í Serbia.

 

Og fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnudagin verður HM undankapping fyri menn í høllini á Hálsi.

 

Skráin sær soleiðis út:

 

 

HM undankapping á Hálsi í Havn

 
 

Fríggjadagin 14. januar

 
 

Kl. 17.00: Lettland - Italia

 
 

Kl. 19.30: Luksemburg - Føroyar

 
 

Leygardagin 15. januar

 
 

Kl. 17.00: Lettland - Luksemburg

 
 

Kl. 19.30: Italia - Føroyar

 
 

Sunnudagin 16. januar

 
 

Kl. 15.30: Italia - Luksemburg

 
 

Kl. 18.00: Føroyar - Lettland

 

 

Undan jólum seldi Hondbólssamband Føroya 400 atgongumerki í forsølu.

 

Í kvøld boðar HSF frá, at tað orsakað av koronuni ikki verða seld fleiri atgongumerki.

 

HSF skrivar soleiðis:

 

Talan verður um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa til HM-undandystirnar hjá Føroyum komandi vikuskiftið. Avmarkaða talið av atgongumerkjum, sum vóru sett til sølu tíðliga í desember, eru útseld.

 

Vegna koronaavmarkingar verða ikki fleiri atgongumerki seld, skrivar HSF í kvøld.

 

Mynd: HSF