Partafelagið fimm, ið er partafelagið aftan fyri Havnar Timburhandil, selur í hesum døgum tvær av ognunum hjá felagnum.
Talan er um vinnubygningin á Kambsdali, sum 2x3 hevur hildið til í, umframt vinnubygningin Úti við Neyst í Hvalvík, sum áður hevur verið goymslubygningur hjá Havnar Timburhandli.
Heini Fosaa, stjóri í Havnar Timburhandli, sigur, at orsøkin til at teir selja, er ein rationalisering av felagnum.
- 2x3 á Kambsdali hevur í eina tíð siglt í tungum sjógvi, og nú avgjørdu við at lata handilin aftur og selja bygningin. Týsdagurin var so seinasti dagur handilin var opin, og av tí, at okkum ikki tørvar ein vinnubygning á Kambsdali, tá eingin handil er, hava vit valt at selja hann, sigur hann. Í hesum sambandi eru tvey fólk uppsøgd, meðan restin hevur fingið arbeiði í handlunum í Havn.
Søgan er nakað tað sama við vinnubygninginum í Hvalvík.
- Vit hava ikki brúkt bygningin sjálvir í longri tíð, so vit hildu, at nú var tíðin komin at selja, um vit finna onkran góðan, sum vil taka sær av bygninginum. Vit keyptu bygningin í 2006, men tá var marknaðurin ein heilt annar. Tá var neyðugt at keypa stórar nøgdir av viði, fyri at fáa ein góðan prís, og so var neyðugt at hava ein goymslubygning. Soleiðis er als ikki í dag, sigur Heini Fosaa.
Havnar Timburhandil hevur havt nøkur heldur sløk ár fíggjarliga seinastu árini, men stjórin sigur, at einki samband er millum ársúrslitið farnu árini og søluna av bygningunum.
- Roknskapurin fyri árið í ár er ikki almennur enn, so eg vil ikki siga ov nógv um hann, men eg kann siga somikið, at úrslitið er væl betri enn í fjør og at tað er positivt, sigur Heini Fosaa at enda.