Selja ikki Alonso

Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool, hevur ongar ætlanir um at selja Xabi Alonso, hóast Real Madrid sigst vera til reiðar við einum risa-boði upp á spælaran. – Vit hava eitt gott og ungt lið, sum hevur góðar møguleikar at menna seg enn meira. So vit selja ikki, sigur Benitez, sum fleiri ferðir áður hevur nevnt týdningin, sum Alonso hevur fyri lið hansara.