Á eykaaðalfundi hjá B36 týsdagin varð samtykt at taka av tilboðnum frá Tórshavnar Býráð um keyp av gamla B36-húsinum. Býráðið hevur seinastu árini leigað bygningin frá B36, so fyri dagligu gongdina í felagnum hevur hetta sum so ongan týdning.
Á fundinum vóru møttu limirnir annars kunnaðir um, at felagið samam við grannunum úr HB arbeiðir víðari við málinum um at byggja fast ímillum husini bæði. Ætlanin er at gera ein nýggjan bygning, har venjingarhøll verður í neðra, ímeðan ovara hæddin verður leigað út. Væntandi til eitt felag, sum hevur til endamáls at reka eina bowlinghøll.
Venjingarhøllin verður so nýtt av grannunum báðum, og verður hetta ivaleyst ein kærkomin møguleiki hjá feløgunum at ogna sær fleiri venjingartímar innandura, við tað at ítróttarhøllin á Hálsi, verður nýtt rættuliga nógv vetrarmánaðarnar, og hava feløgini tískil torført við at fáa nóg nógvar venjingartímar hetta tíðarskeiðið.
Tað hevur ljóðað, at gólvið í nýggju høllini skal verða gjørt úr graslíki, men á aðalfundinum týskvøldið varð greitt frá, at soleiðis verður ikki.
Býráðið hevur fyri stuttum tikið støðu til umsókn um stuðul til nýggja húsið, men varð niðurstøðan á býráðsfundinum, at eingin stuðul verður latin til endamálið. Býráðið hevur tó latið nakað til ætlanina, við tað at grundøkið, sum bygningurin skal standa á, er latið feløgunum av býráðnum.
Ætlandi verður luturin hjá teimum báðum bóltfeløgunum at at seta pening í eitt partafelag, sum so stendur fyri byggingini og rakstrinum av sjálvum bygninginum. Væntandi gongur ikki long tíð, áðrenn byggingin verður sett í gongd, og er ætlanin at nýggi bygningurin skal standa klárur at taka í nýtslu einaferð í komandi ári.