Selja gøgn úr fangum

Felagið hjá bretskum skurðlæknum skuld­setir Kina fyri at selja ymisk gøgn úr avrættaðum fangum

Bretsku skurðlæknarnir vilja vera við, at gøgnini verða tik­in og seld uttan tilsøgn frá fangunum ella teirra av­­varð­andi. Skurðlæknin Stephen Wigmore sigur við BBC, at ofta verða gøgnini seld so skjótt, at leiðslurnar í fongslunum mugu hava valt tann rætta fangan burturúr longu frammanundan.
Fleiri mannarætt­indafe­lags­skapir hava leingi lagt Kina undir at taka gøgn úr avrættaðum fangum við sølu fyri eyga, og bretska skurðlæknafelagið er heldur ikki í iva um, at kinesiska framferðin er í stríð við al­­tjóða mannarættindini. Sam­bært Stephen Wigmore eru prógvini sum umfatandi, at okkurt má gerast við mál­ið.
Kinesisku myndugleik­ar­nir avsanna, at teir taka gøgn úr fangum fyri at fáa pengar vinning burtur úr teimum, og í síðsta mánað kunngjørdi stjórnin í Beijing, at hon hevði gjørt av at steðga øll­um handli við gøgnum.
Stephen Wigmore sigur við BBC, at kinesiski hand­­il­in við gøgnum er vorð­­in ein liður í landsins ferða­mannavinnu. Á hvørj­um ári fara fólk úr Vest­ur­heim­in­um, Japan og Suður­korea til Kina at ferðast, tí har kunnu tey samstundis fáa nýggj gøgn, sigur hann.