Sølan av bilum er vaksin alsamt seinnu árini, og hon heldur fram við at vaksa.
Tað vísa hagtølini frá Akstovuni, hóast vøksturin í bilasøluni eru lækkaður nakað.
Fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru seldir tilsamans 1450 akfrø í mun til 1276 sama tíðarskeiðið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 13,6 prosent.
Taka vit bara søluna av persónbilum, so vórðu seldir 1085 persónbilar fyrstu átta mánaðirnar í ár í mun til 970 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 115 bilar ella 11.86 prosent.