Mikumorgunin seldi Fiskamarnaður Føroya fiskin hjá trimum bátum í Klaksvík. Alt gekk sum ætlað, og prísurin var góður. Talan var um Hvíthamar, Jens Chr. Svabo og Pison. Tað upplýsir John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaðinum.
Ætlanin var at selja aftur eftir døgurða í gjár, so Fiskamarknaðurin heldur fram við arbeiðnum hóast verkfallið. Tó er bara virksemi í Klaksvík. Har eru bara tvey virki, ið taka ímóti fiskinum, og tey eru Kósin og Sammut. Tað er tó avmarkað, hvussu nógvum fiski hesi kunnu taka ímóti. Væntandi fara skip og bátar at landa í Havn eisini, tí Havnar Arbeiðsmannafelag ikki er í verkfalli.
John Nielsen sigur, at størsta forðingin fyri framman er, um marknaðurin verður í uppisetri við fiskakassum. Kassar eru á Toftum, men hesir kunnu ikki flytast, tí tað er at taka upp verkfalsrakt arbeiði. Hinvegin eru kassar á veg til landið við skipum, og teir kunnu setast upp í Klaksvík.
? Vit trilva okkum fram og vóna at klára skerini í hesi støðuni. Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um støðuna. Ætlanin er tó ikki at steingja marknaðin, men vit kunnu ikki veita trygd fyri, at fiskurin verður seldur, sigur John Nielsen.