Fløguhandilin í Klaksvík, Leikalund hevur spent seg út til allar festivalarnar í summar, og nú Summarfestivalurin er har í býnum, hevur handilin opið til kl. 23 bæði kvøldini, sigur Sólarn Solmunde dagligur leiðari, men sigur samstundis, at hetta vegleiðandi afturlatingartíð, og at um fólk eru í handlinum, ið ætla sær at keypa, tá klokkan er farin av 23, so verður upplatingartíðin longd.
Leikalund hevði ein bás á G!Festivalinum, men hevur ikki bás á Summarfestivalinum. Sólarn sigur orsøkina til hetta vera einfalda, í Klaksvík kenna øll handilin, meðan støðan er ein onnur í Eysturoynni. Við at luttaka á G! fekk handilin víst andlit og soleiðis marknaðarført seg fyri einum nýggjum málbólki. Hann letur eisini sera væl at søluni á G! og sigur, at Leikalund seldi hasar 3 dagarnar líka nógvar fløgur, sum tey vanliga selja ein heilan mánað. Fleiri fløgur vóru útseldar t.d. Animal Alpha og Kaizers Orchestra.
Festivalnøvnini hava selt væl í Leikalund summar, men seinastu dagarnar eru tað serliga fløgurnar hjá The Rasmus, Johnny Deluxe og David Phelps sum hava gingið sum heitt breyð.