Selja fiskiríkidømið til útlendsk feløg

Tað sum hendir í dag er, at vit eru í ferð við at selja rættin til okkara fiskiríkidømið til okkara harðastu konkurentar. Tað er eitt gamalt orðatak sum sigur; gev hinum argasta lítlafingur, hann tekur skjótt alla hondina.

Vandin við hesu sølu er, at tað sum selt verður er rætturin til at fiska, tað vil siga at skinni á bjørnini verður selt áðrenn bjørnin er skotin.
Vit kunnu taka Ísland sum dømi, har eru hesu rættindi seld nøkrum fáum til ognar, uttan at hesin peningur hevur skapt nøkur viðrir fyri Íslandi.
Tað er tað sama sum hendir í Føroyum í dag. Hetta gerð at fiskimenn eru gjørdir til húskallar í egnum landi, og eru noyddir at fara av landinum fyri at vinna mest møðuligan pening.
Hvat prógvaði makreluppssølan?
Uppssølan av makreli hevur prógvað, hvussu sterkt strámannavirksemið er, og hvussu stór virðir eru uppá spæl. Eftirtíðin hevur víst, at makrelurin var seldur fyri spott prís, kr.3 - 5 fyri kilo, í dag kostar sami fiskur kr. 12 fyri kilo.
Tað er bara partvíst rætt, tá sagt verður, at rættindi sum eru á úlenskum hondum í dag, koma aftur til Føroyar. Ùtlensku feløgini eru væl skipaði, so hetta kann í seinasta enda gerðast ein peningaspurningur.
Skulu vit hava nakað burturúr okkar stóra fiskiríkidømi, er tað neyðugt at vit hava skip sum Norðborg, sum eru før fyri at arbeiða rávøruna til størst møgulig viðrir. Sjálvand er eisini gjørligt at góðska fiskin uppi á landi, har hetta loysir seg.

Vel tí Heina O. Heinesen innaftur á ting
sum hevur tað størstu vitanina um
føroyskan fiskivinupolittikk.