Fyri at verja teir umleið 400.000 fílarnar, sum eru eftir í heiminum, hevur altjóða samfelagið bannað øllum handli við fílabeini, men tað vísir seg at vera vónleyst at steðga tí ólógliga handlinum. Tvørturímóti er handilin vaksin í seinastuni. Tað eru brotsmannalið í Asia, sum útvega sær fílabein úr Afrika og selja tað aftur á asiatiska marknaðinum. Her eru tað serliga keyparar í Kina, Japan og Teilandi, sum vilja hava fílabein.










