Selja bygningar fyri 60 milliónir

Aðalsetningurin hjá landsstýrinum er at fáa yvirskot á fíggjarlógini í 2016. Og sambært fíggjarkørmunum verður eisni yvirskot í 2016, tá skulu stóru undirskotini síðstu árini verða vend til eitt yvirskot á tríggjar milliónir krónur.

Men sambært búskaparfrágreiðingini, ið liggur til grund fyri fíggjarkørmunum, er ein fortreyt fyri at venda minus til pluss, at tað almenna klárar at selja bygningar fyri 60 milliónir krónur í 2016.

Í búskaparfrágreiðingini verður einki sagt um, hvørjar bygningar talan er um. Men pengarnir, tær 60 milliónirnar, eru inntøkuførdar undir grein-7, sum er mentamál.

Tað merkir alt annað líka, at gomlu miðnámsskúlabygningarnir, ið fara at standa tómir, tá Marknagilsdepilin verður tikin í nýtslu á sumri 2016, skulu seljast fyri 60 milliónir krónur.

Higartil hevur Tórshavnar Kommuna víst áhuga fyri at keypa onkran av skúlunum, men einki ítøkiligt hevur verið at sæð í somáta.