Selja bøkur fyri lítið og lætt

Í allan mars mánaði fara Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags at hava eina rimmar útsølu av føroyskum bókum.

Útsølan verður í øllum bókahandlum og í kioskum og handlum kring landið, sum vanliga plaga at at selja bøkur.

Tað er tann afturvendandi várútsølan, sum er annaðhvørt ár, ið verður aftur nú í mars mánaði.

Tað er ein treyt, at bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera tvey ára gamlar.

Tá ið bøkurnar hava verið í tveimum útsølum, sleppa tær ikki við aftur.

Nú bókasølan verður aftur, fer Bókadeildin hjá Lærarafelagnum at lýsa í bløðunum, so at fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg.

Samstundis verður stórt útsølublað sent í hvørt hús í landinum nakrar dagar fyri útsøluna, tí so kunnu fólk í frið og náðum kunna seg við útsølubøkurnar.