Selja av svartkjaftakvotuni

Partafelagið Christian í Grótinum í Klaksvík bjóðar nú øðrum feløgum at keypa burtur av svartkjaftakvotuni. Tað visti Dagur og Vika at siga í gjár. Eyðun Rasmussen, segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at teir eiga 6.000 tons eftir av svartkjaftakvotuni, og hann viðgekk, at tað kann tykjast løgið eftir nógvu umrøðuna av svartkjaftabýtinum, at teir hava boðið øðrum at keypa.

- Orsøkin er, at tað dró út at selja gomlu Norðborg yvir í felagið hjá gamla Christiani í Grótinum, sum átti kvotuna. Tá sølan varð endaliga avgreidd, var vertíðin av, segði Eyðun Rasmussen við Dag og Viku í gjár. Hann vísti eisini á, at nýggja Norðborg er enn meira seinkað enn mett.

Arni Hansen, P.f. Vinnan í Gøtu, segði við Dag og Viku í gjár, at hevði tilboðið komið fyrr, høvdu teir helst tikið av.

- Teir bjóðaðu okkum 1.000 tons í fyrsta umfari. Vanliga er nógv minni svartkjaftur hesa tíðina, og tí vænti eg ikki, at vit taka av nú, segði Arni Hansen við Dag og Viku í gjár.

Kringvarpið skilir, at eisini Fagraberg hevur fingið tilboð um at keypa svartkjaftakvotu frá Christiani í Grótinum. Nýggja Norðborg er farin til fiskiskap. Hon fiskar sild undir Íslandi.