Selja Atlantsflog og BankNordik

UNDIRSJÓVARTUNNIL Gerhard Lognberg tekur undir við, at landið selur almennar ognir at fíggja Sandoyartunnilin viðð

- Hvat skal landið eiga BankNordik og Atlantsflog til?
Spurningin eigur Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann setir spurningin, tá ið vit spyrja hann, hvussu hann heldur, at ætlanin at byggja Sandoyartunnil, skala fíggjast.
Hann fegnast um, at ætlanin er tikin fram aftur og hann heldur, at er vilji til tað, eru nógvir møguleikar at fíggja eina verkætlan, sum hesa.
Og tað er í hesum sambandi, at javnaðarmaðurin spyr, hvat landið skal eiga ein banka og eitt flogfelag til.
- Vit hava onga ávirkan á virksemið í teimum báðum fyritøkunum, staðfestir hann.
Gerhard Lognberg heldur tískil, at tað avgjørt er ein gongd leið at einskilja hesar báðar almennu fyritøkurnar og brúka pengarnar at fíggja Sandoyartunnilin við.
Hann ásannar, at tíðirnar at selja partabrøv eru kanska ikki tær bestu beint nú.
- Men vit hava stundir at bíða eitt sindur, leggur hann afturat.
Hann tekur somuleiðis undir við teimum, sum siga, at ein annar máti er, at landið lænir til verkætlanina, soleiðis, sum nevnt verður í aðrari grein her á síðunum.

Halda seg vekk
Gerhard Lognberg heldur eisini, at tað er skilagott at seta ein arbeiðsbólk við umboðum úr politisku flokkunum at arbeiða við málinum um undirsjóvartunnil í Sandoy.
Men hann mælir til, at allir flokkar verða umboðaðir í arbeiðsbólkinum fyri at fáa so stóra undirtøku, sum gjørligt.
Hinvegin heldur hann, at verður eitt umboð úr hvørjum flokki í nevndini, er tað helst frægast, at tinglimirnir úr Sandoy ikki verða limir í bólkinum.
Teir hava allir arbeitt fyri tunlinum í fleiri ár og tí heldur hann, at tað hevði gagnað málinum, at lati aðrar tinglimir arbeitt við málinum.
Kortini vísir hann á, at tá ið málið verður lagt fyri Løgtingið, verður tað Rættarnevndin, sum skal viðgerða málið og har trýtur ikki við sandoyingum.
Limir í Rættarnevndini eru nevniliga teir tríggir sandoyartinglimirnir, Brandur Sandoy, Páll á Reynatúgvu og Gerhard Lognberg, umframt teir báðir hálvu sandoyingarnir, Eivin Jacobsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.
Afturat teimum eru tað so Kristin Michelsen og Raimund Lognberg, limir í Rættarnevndini.