Selja atgongumerki í morgin

Klokkan 16.30 í morgin vera tey seinastu atgongumerkini til Nashville.fo seld við dyrnar. Fyrireikarnir aftanfyri Nashville.fo siga við Portalin, at nøkur hundrað atgongumerki eru eftir til eykakonsertina, sum byrjar klokkan 18 í annaðkvøld í ítróttarhøllini á Hálsi. Frá klokkan 16.30 og til eykakonsertin hjá Nashville.fo byrjar klokkan 18, ber til at ogna sær atgongumerkið til eykakonsertina. Hetta gerst við høvuðsinngongdina.