Útselt hevur verið til allar sýningarnar av Fólk og Dólgar í Kardamummubýi, sum Havnar Sjónleikarafelag hevur sett á pall í Sjónleikarahúsinum í Havn í vetur. Og sum vera man, um útselt er, er oftast onkur, ið ikki hevur fingið atgongumerki.
Í slíkum førum koma fólk ofta í ta støðu, at tey eru sinnaði at rinda eitt sindur meiri fyri atgongumerki fyri at tryggja sær eitt, meðan onkur annar kanska sær møguleikan at vinna sær eitt sindur av peningi.
Seinastu dagarnar eru atgongumerki sett til sølu, millum annað á sosialu miðlunum, við einum minsta prísi væl yvir prísin á upprunaligu atgongumerkjunum. Líkt er heldur ikki til, at tað er trupult at sleppa av við hesi yvirprísaðu atgongumerkini.
Nú tekur Havnar Sjónleikarafelag tó til mótmæli.
- Havnar Sjónleikarfelag vil boða frá, at víðarisøla av atgongumerkjum fyri yvirprís, als ikki verður góðtikið. Hetta er ólógligt, og verður meldað til løgregluna. Vit vilja eisini broyta hugburðin, at "øll gera tað, tískil er tað ok". Tað er, sum sagt, ólógligt og sera ófeitt.
Líknandi avbjóðingar hava eisini verið í samband við útseldu dystirnar hjá føroyska a-landsliðnum og onkrar útseldar tónleikafestivalar. Í slíkum førum hevur løgreglan sagt, at skynast skal á, um ein persónur hevur keypt fleiri atgongumerki við tí fyri eyga at selja tey fyri yvirprís, og at ein persónur av eini hvørjari orsøk ikki kann fara til tiltakið sjálvur, og tí selur síni atgongumerki. Um onkur tá er sinnaður at rinda meiri, so er tað eitt mál millum keypara og seljara.









