Vøksturin í søluni av persónbilum heldur fram. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár keyptu føroyingar 16 prosent fleiri persónbilar, enn sama tíðarskeið í fjør.
Tilsamans eru higartil í ár seldir 1119 nýggir persónbilar, og tað eru 152 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Næststørsti bólkurin av bilum, eru vøruvognar. Tilsamans eru seldir í ár 165 nýggir vøruvognar. Tað eru 31 fleiri, enn sama tíðarskeið í fjør, ella ein vøkstur upp á góð 23 prosent.
Taka vit øll skrásett akfør, sum eru seld higartil í ár, so er talan um 1504 akfør. Tað eru 223 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ella ein vøkstur upp á 17,5 prosent.
TRÝST HER fyri at síggja øll tølini hjá Akstovuni.
Lesið eisini grein frá 2001: 411 nýggir bilar í fjør










