Selja alsamt fleiri nýggjar bilar

Sølan av nýggjum bilum heldur fram við at vaksa.

 

Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Akstovuni fyri fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár.

 

Higartil eru seld 853 nýggj akfør í mun til 735 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 118 akfør ella 16 prosent.

 

Tað er serliga talið av nýggjum persónbilum, sum fyllir í hagtølunum. Higartil í ár eru seldir 667 nýggir persónbilar í mun til 565 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 102 bilar ella 18,05 prosent.

 

Næst størsti bólkurin av bilum eru vøruvognar. Higartil í ár eru seldir 88 vøruvognar í mun til 85 sama tíðarskeið í fjør, tað er ein vøkstur upp á 3,53 prosent.

 

Alt árið í fjør vórðu seld 2.534 nýggj akfør. Tað var ein vøkstur upp á 333 akfør í mun til 2014 ella ein vøkstur upp á 15,13 prosent.

 

Hagtølini frá Akstovuni um bilasøluna higartil í ár kunnu lesast VIÐ AT TRÝSTA HER