Tað er nógv bygt í Nes kommunu seinnu árini, og kommunan er nógv vaksin í fólkatali. Her eru bygd støk sethús, og her eru komnar íbúðir, bæði leigubústaðir og eigaraíbúðir.
Nú lýsir kommunan aftur tvey grundstykki til sølu til íbúðarbygging. Grundøkini, sum eru við Høganesveg á Toftum, eru ávikavist 2.316 fermetrar og 5.625 fermetrar stór.
- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Talan kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Í Nes kommunu siga tey, at tað er ein treyt, at hóskandi tal av íbúðum eru í verkætlanini, og tað er ein fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum.
- Atlit skulu takast til umhvørvið og góða útsýnið. Byggingin skal taka seg væl út; hon skal verða dygdargóð og skal fella væl inn í landslagið.
Lagt verður aftrat, at grundstykkin eru á 2.316 og 5.625 fermetrar - ella á 7.941 fermetrar tilsamans, og tey verða seld undir einum fyri ein prís á 275 krónur fyri fermeturin.
- Kommunan hevur ikki skyldu at taka av nøkrum boði, og freistin at lata inn skrivlig boð er fríggjadagin 20. september 2024 klokkan 12, siga tey í Nes kommunu.
Meira fæst at vita um, hvussu fram skal farast, á heimasíðuni - www.nes.fo