TRÝST á PÍLIN uppiyvir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Marin Eidesgaard hevði við Óla Kristian á Torkilsheyggi, stjóra hjá Navia á G-festivalinum ígjár. Talan er um eina samrøðu, sum var gjørd í beinleiðis sending á Rás2.
Óla Kristian greiðir frá, at Navia hevur framleitt 80 serligar G-troyggir, sum tey ætla at sleppa av við. Harumframt hava tey aðrar troyggir og vørur frá Navia at selja á G-festivalinum.
Seinnapartin millum klokkan 16 og 19 ber til at vinna eina troyggju frá Navia á Rás2. Hetta verður í samband við G-festival sendingina, sum verður á Rás2 hesar tímarnar.










