Onnur afturlatna uppboðssølan av fiskirættindum verður hósdagin 31. august 2017, og fáa keypararnir tá møguleikan at bjóða upp á 9.000 tons av norðhavssild og 9.000 tons av svartkjafti. Tað upplýsir Vørn, ið skipar fyri søluni, í tíðindaskrivi til miðlarnar í dag.
Viðvíkjandi treytunum til uppboðssøluna skrivar stovnurin, at tey feløg og persónar, ið ynskja at bjóða upp á rættindi á uppboðssøluni, skulu skulu lata Vørn hóskandi skjalprógv í seinasta lagi tríggja vikur, áðrenn uppboðssølan verður hildin, ella boð skulu latast inn.
Víðari lýsir Vørn eisini hvørji krøv feløg og eigarar skulu lúka fyri at vera við í uppboðssøluni.
- Talan er um eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, uttan veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum ella føroyskt partafelag ella smápartafelag, ið skjalprógvar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna, skrivar stovnurin í tíðindaskrivi.
Fyrsta afturlatna uppboðssølan av fiskirættindum verður 24. august, tá umleið 7.000 tons av makreli og botnfiski verða seld á uppboðssølu.
Hetta er næsta árið, at Vørn skipar fyri uppboðssølu av fiskirættindum.








